Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

Føroysk Efta-viðurskifti til viðgerðar í Skotlandi

Ingi Samuelsen

24.12.2016 - 08:48

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Føroysku viðurskiftini við Efta-felagsskapin eru nú vorðin eitt heitt evni í skotskum politikki. Hetta eftir at skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, í vikuni kunngjørdi hvussu skotska stjórnin ætlar at skipa síni viðurskifti við Evropa, nú Bretland fyrireikar at fara úr ES.

Skotar og skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, ynskja at Skotland framvegis skal vera knýtt ES-londunum, men nú Brexit er ein veruleiki, royni Sturgeon at finna eina loysn.

Ein EBS-loysn er besta loysnin, men Skotland umhugsar eisini at søkja limaskap í Efta-felagsskapinum, har limalondini eru Noreg, Sveits, Liktinstein og Ísland.

Sturgeon hevur brúkt Føroyar sum fyrimynd fyri at vísa á, at ikki sjálvstøðug lond, tey kalla tað ’sub-statir’, kunnu fáa limaskap.

Í skotsku frágreiðingini stendur, at Føroyar, sum ikki sjálvstøðugur statur, í løtuni kannar møguleikan fyri Efta-limaskapi, og at ”hesin møguleiki nú verður umhugsaður” (”a possibility under consideration”). Frágreiðingin hjá Sturgeon greiðir víðari frá, at Danmark ”sponsorerar” føroysku umsóknini, og at tað var ynskiligt at United Kingdom á sama hátt ”sponsoreraði” eini skotskari umsókn um Efta-limaskap.

Grundgevingarnar eru nú fyri ógvusligum álopum frá andstøðupolitikarum.

Leiðarin hjá teimum konservativu sigur við blaðið Express, at tey hava gloymt eina sera týðandi upplýsing í frágreiðingini, nevniliga at føroyska umsóknin er yvir 10 ára gomul.

- Føroyar eru ongan veg komnar hesi tíggju árini, og kortini brúkar SNP føroyska leistin sum fyrimynd. Um SNP veruliga vil tað besta fyri Skotland, so kundu tey brúkt eitt betri dømi, sigur John Lamont.

Uppáhaldið fær eisini mótstøðu frá Labour.

- SNP kann ikki koma við uppáhaldum, sum ikki halda í veruleikanum, sigur ein talsmaður fyri Labour.

Eisini Liberalu Demokratarnir eru harðir í sínum fordømingum.

- Tað hevur tikið Efta tíggju ár at umhugsa eina umsókn frá einum lítlum oyggjaflokki í Atlantshavi. Tankin um, at ein tjóð á stødd við Skotland bara kann fáa beinleiðis atgongd, er ørskapur, sigur Willie Rennie, skotskur leiðari fyri liberala flokkin.