Føroysk kvinna finalistur í Miss Danmark 2017

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

06.08.2017 - 11:15

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Vakurleikarøkt

Í september verður vakrasta kvinna í Danmark kosin í vakurleikakappingini Miss Danmark 2017. Vinnarin av Miss Danmark vinnur nógvar vinningar og luttøku í eini stórari altjóða vakurleikakapping. 

Her&Nu avdúkaði í gjár tilsamans 30 finalistar, ið eru við í kappingini. Føroyska Astrid Foldarskarð er ein teirra. Astrid er 22 ára gomul og er úr Rituvík.

- Eg eri fullkomiliga tilreiðar at prógva fyri tykkum øllum at eg eri Miss Danmark 2017, og tað hevði verið mær ein stórur heiður at umboða danska ríkið allan vegin til heimsins stórstu vakurleikakapping sum verður hildin í Kina - Miss World!, skrivar Astrid Foldarskarð á sínum Facebook-vanga.

Hon skrivar eisini á Facebook, at hon er takksom fyri at vera ein av finalistunum, og at hon longu nú hevur ment seg nógv.

Tað ber til at fylgja við Astrid á hennara Instagram-vanga @astridfoldarskard.

Eisini ber til at fylgja við og lesa um luttakararnar her. Øll hava møguleika at atkvøða fyri teirra favoritti.