Vilhelm og Eydna

Føroysk luttøka í altjóða para-badminton kapping



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.03.2018 - 10:55

Ítróttur > Ítróttur > Parasport

Á fyrsta sinni luttaka føroyingar í altjóða Para-Badminton kapping.

Tað eru Vilhelm Clementsen (19 ár) og Eydna Mouritsen (13 ár) ið skulu kappast í Spanish Para-badminton International, ið verður á Mallorca 6.-11. mars.

Parasport Føroyar hevur í eitt gott ár samstarvað við Havnar Badmintonfelag og Badmintonsambandið um felags para-badminton venjingar, og verður nú ein roynd gjørd at luttaka í kapping.

Samstarvið kom í lag tá Havnar Badmintonfelag fekk nýggjan venjara úr Portugal, Paulo Pinheira, ið hevur drúgvar royndir, og stóran áhuga fyri para-badminton.

Umframt felagsvenjingarnar, venur Vilhelm vanliga í Havnar Badmintonfelag, og Eydna venur í Miðvágs Badmintonfelag.

Endamálið við ferðini er at geva luttakarunum royndir á altjóða støði, og at fáa luttakararnar flokkaðar, soleiðis at staðfestast kann hvønn bólk tey hoyra til.

Sjálv kappingin byrjar 8. mars, og finalurnar verða 11. mars.