Mynd: Rógvi Joensen

Føroysk skip møttust eystanfyri Hetland

Sverri Egholm

07.12.2017 - 15:05

Tíðindi > Veðrið

Tað eru ikki bara føroyingar á Norrønu, sum kroka eystanfyri Hetland. Føroyska nótaskipið í Hirtshals, Ruth, har nógvir føroyingar sigla við, liggur eisini og krokar.

Fyrr í dag sigldi Norrøna framvið uppsjóvarskipinum, og Rógvi Joensen, sum er umborð á Ruth hevur sent okkum hesar myndirnar.

Hann leggur afturat:

- Tosaði við skiparin hendan túrin, Petur av Vollanum. Hann lat væl at, og segði at tey hugnaðu sær óført, meðan bíðað varð eftir líkindum at halda leiðina fram til Danmarkar. Her er slætt og einki rull legði hann afturat, greiðir Rógvi Joensen frá.

Norrøna verður eftir ætlan í Hirtshals leygarmorgunin.

Les eisini: Norrøna steðgar á í Hetlandi