Liðið sum spældi móti Kekkia í september (Mynd: FSF)

Føroyska liðið móti Kekkia er sett



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.06.2018 - 13:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyski landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen hevur framt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Kekkia, sum verður í dag klokkan 16:30, í mun til dystin móti Slovenia, sum var á Tórsvølli farna hósdag, skrivar FSF.

Fyrri dysturin millum liðini varð spældur í september. Tann dysturin endaði við 8-0 sigri til gestirnar úr Kekkia. Føroysku leikararnir hava tí eina risa uppgávu fyri framman í dag.

Tær, ið byrja á føroyska liðnum, eru hesar: Anna S. Hansen, Birita Bergsdóttir Nielsen, Birna Tummasardóttir Mikkelsen, Lív Finnbogadóttir Arge, Arnborg Lervig, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm og Rebekka Eschen Danielsen.

Eykaleikarar: Jóna Nicolajsen, Eyðvør Klakstein, Rannvá Biskopstø Andreasen, Milja Reinert Simonsen, Katrin Akursmørk, Sara Samson Lamhauge og Jacoba Langgaard.

Dysturin kann síggjast her, umvegis youtube rásina hjá kekkiska fótbóltssambandinum her.