Mynd: Uefa

Føroyska U17 landsliðið fekk ein frammaná

Sverri Egholm

06.05.2017 - 11:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað kundi verið nógv meira, um fraklendingar løgdu í, men úrslitið gjørdist 7-0.

Talan er um dystin millum U17 landsliðini hjá Fraklandi og Føroyar í EM-endaspælinum í Kroatia.

Frakland var í serflokki og longu tá ein minuttir var leiktur, lløgdu teir seg á odda 1-0. Støðan í steðginum var 5-0.

Í seinna hálvleiki vóru fraklendingar ikki líka grammir, og tað komu bara tvey mál í seinna.

Í fyrsta dystinum í hesum endaspælinum taptu vit 2-0 móti Skotlandi. Týsdagin spælir føroyska U17 landsliðið aftur og hesaferð móti Ungarn.

Frakland - Føroyar (7-0)
1' Amine Gouiri 1-0
4' Maxence Caqueret 2-0
10' Amine Gouiri 3-0
15' Mathis Picouleau 4-0
33' Amine Gouiri 5-0
46' Maxence Caqueret 6-0
54' Yacine Adli 7-0