Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Føroyska U-21 landsliðið skal spæla ímóti Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

26.01.2017 - 09:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir at lutakast hevur verið til komandi EM-undankappingina fyri U-21 landslið hjá monnum, er nú greitt, at Føroyar eru endaðar í bólki saman við millum øðrum Danmark.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá UEFA í kjalarvørrinum av lutakastinum til EM-undankappingina, sum var á skránni í Nyon í Sveis í morgun. 

Føroyar, sum endaðu í bólki 3, skulu harumframt spæla ímóti Litava, Georgia, Finnlandi og Póllandi.

Teir fyrstu dystirnir í hesari EM-undankappingini til EM-endspælið, sum verður í Italia og San Marino í 2019, verða longu spældir í tíðarskeiðnum 20-28. mars í ár.

Londini, sum skulu luttaka í EM-endaspælinum fyri U-21 landslið í Póllandi í summar, byrja tó ikki uppá hesa EM-undankappingina fyrr enn í september í ár.

Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður tann 8. juni á útivølli ímóti Litava.

Grein uppdaterað: 12.40 - 26.1.2017