Á oljumessu í Aberdeen. Fv. Jónsvein Simonsen frá Effo, Eli Lassen frá Atlantic Supply Base. Louis Wilson frá FOÍB UK, Brandur Højgaard, havnameistari í Runavík og Sverri Steintún, Effo.

Føroyskar fyritøkur lodda dýpið á oljumessu í Aberdeen


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.09.2017 - 21:28

Oljan >

Jan Müller úr Aberdeen. 

Ein av heimsins stóru oljumessum og ráðstevnum verður hildin í skotska oljubýnum Aberdeen í hesum døgum. Prískreppan í oljuvinnuni setir sín dám á hetta stóra altjóða tiltakið, sum áður dróg tíggjutúsundtals fólk úr øllum heiminum til sín. Færri oljufyritøkur luttaka nú, og færri vitjandi koma til stóru framsýningarhallirnar í hesum fyrr so eyðkenda europeiska oljuhøvuðsstaðnum.

Merkið er heldur ikki at síggja á oljumessuni hesuferð. Fyrstu ferð síðani føroyingar av álvara fóru at vísa áhuga fyri oljumenningini í grannalagnum – og tað var í 1991 – hava Føroyar ongan bás havt á hesi afturvendandi oljumessuni. Orsøkirnar eru helst fleiri. Ein kann vera tann, at eingin oljuleiting fer fram í Føroyum í løtuni, og ein onnur kann vera tað nógva virksemi í landinum.

Kortini hava umboð fyri nakrar fyritøkur leitað sær til Aberdeen at síggja og hoyra tað nýggjasta innan vinnuna og annars at hitta kundar og at fáa samband við nýggjar møguligar kundar. Her hava verið umboð fyri EFFO, Atlantic Supply Base, Runavíkar havn og MEST. Eisini FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur, sum m.a. umboðar oljufeløg við áhuga fyri føroysku undirgrundini, hevur vitjað messuna m.a. við tí fyri eygað at kunna um og stuðla uppundir marknaðarføringina av 4. leitiútbjóðingini í Føroyum umframt at marknaðarføra Føroyar sum maritiman sjóvinnudepil. Stjórin í FOÍB, sum er limur í Stýringsbólkinum fyri 4. útbjóðing, hevur eisini átikið sær uppgávuna at kunna um útbjóðingina á Offshore Europe. 

Nú eingin føroyskur básur er á Offshore Europe, hevur FOÍB, sum herfyri gjørdist assosieraður limur í stóra felagnum hjá bretskari oljuvinnu, Oil & Gas UK, fingið loyvi at brúka teirra bás og har leggja fram tilfar um bæði føroysku útbjóðingina og um føroyska veitingarvinnu. Føroysku fyritøkurnar, sum hava vitjað oljumessuna, hava so eisini havt samband við serfrøðingar hjá Oil & Gas og har kunnað fingið gagn av vitanini hjá bretska felagnum, ið umboðar meira enn 300.000 fólk, ið arbeiða í oljuveitingarvinnuni og hjá oljufeløgunum í øllum Bretlandi.