Marna Laila Vandsdal Egholm (Mynd: Kim Gudmand)

Var ein kampur at halda seg motiveraða: Nú verður tað heilt marathon



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

19.09.2016 - 20:10

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Føroyska Marna Leila Vandsdal Egholm, luttók í Copenhagen Half Marathon sunnumorgunin. Men hvør hendan góða Marna er, vita kanska ikki heilt so nógv í Føroyum. Vit hava fingið eitt prát við hana.

Marna kom á mál við tíðini 01.17.38, og hon er væl nøgd við tíðina, tí fyri nøkrum mánaðum síðani var tað ein kampur at halda seg motiveraða, fortelur ein bersøgin Marna, sum serliga hevði ringa samvitsku yvir, at so nógv tíð varð brúkt til venjingar og fyrireikingar til rennikappingar. Tíbetur byrjaði at ganga frægari stutt undan kappingini, og Marna sigur seg ikki kunna vera annað enn væl nøgd.

Marna er 35 ára gomul og er úr Hoyvík. Seinastu mongu árini hevur hon búð uttanlands. Millum annað í Onglandi og síðani í Danmark, har hon býr í dag, saman við manninum og fýra ára gamla soni teirra. Hon er útbúgvin Cand. Merc. Aud (Revisor), men byrjaði fyri tveimum árum síðani at realisera sín áralanga dreym, at lesa teologi.

Við síðuna av lestrinum arbeiðir Marna nakrar tímar um vikuna sum deknur, og harafturat kemur dagliga venjingin. Hon rennur fast hvønn morgun og hvørt kvøld. Umleið 160 til 170 kilometrar um vikuna, og niður í umleið 100 til 120 kilometrar um vikuna, tætt upp undir kappingar.

Í august var Marna á venjingarlegu í Kenya, har tað varð vant nógv og hart. Men hon ásannar, at sovorðin venjingarlega ikki hevði latið seg gera, fekk hon ikki fíggjarligan stuðul.

Hví tað júst bleiv í Kenya, at venjingarlegan varð hildin, kemst av, at prísstøðið var rímuligt, og hóast umstøðurnar ikki eru heilt tær bestu, so er venjingarumhvørvið orduliga gott.

- Prísstøðið at fara til Kenya, í mun til kanska í Sveis, ella aðrastaðni í Europa, er væl lægri. Og harafturat møta ca. 70 rennarar hvønn einasta morgun til venjing, og tað gevur nakað eyka, ásannar Marna.

Marna hevur frá barnsbeini verið aktiv innan ítrótt. Hon spældi fótbólt, hondbólt og róð kapp. Og tá hon fór til Danmarkar spældi hon nógv hondbólt. Men øll hendan liðítróttin fór við einari øðiligari tíð, so tað hekk slettis ikki saman.

- Tíðin rakk ikki longur til liðítróttin, og eg mátti gevast við hondbóltinum. Og tá eg so hevði átt, føldi eg at eg skuldi royna okkurt annað. Í veruleikanum havi eg altíð dámt væl at runnið, sigur Marna.

Fyri fýra árum síðani byrjaði Marna so at renna, og í dag hevur hon betrað tíðina í hálvmaraton við heili sjey minuttum. Tað ljóðar kanska ikki av heilt nógvum, men tað sveitti og tár aftanfyri hvørt sekund, tá teinarnar eru so langir.

Marna er limur í Køge Atletik, men tað er so langt at ferðast hagar hvønn dag, so hon venur einamest sjálv, og hevur nærum dagligt samband við venjara sín, og so møtast tey til venjing einaferð um vikuna, kanska typiskt ein leygardag, har tey renna á einum atletik stadion, umleið tríggjar kilometrar frá har hon býr.

Stuttligasta upplivilsið sum Marna hevur havt innan renning var í Tokyo í Japan í 2014.

- Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi. Allar 42 kilometrarnar var stúgvandi fult av fólki framvið vegnum. Tey vóru útgjørd við fløggum og ballónum og hvat veit eg. Tað var simpulthen so skeg, sigur føroyski rennarin, sum eisini helt tað vera orduliga upplyftandi at koma rennandi eftir Øster Allé, og hoyra sítt navn blíva rópt. Tað gav eyka orku, ásannar Marna.

02. oktober fer Marna aftur at renna heilt marathon, og hesaferð verður tað í Odense á Fjóni.

Les eisini: Havnarkvinna næstbesta danska kvinnan í Copenhagen Half Marathon.