Føroyski skiparin hjálpti løgregluni í Birnu-málinum

Ari av Rana

16.04.2018 - 12:56

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot

Í longri grein, sum enska The Guardian hevur skrivað um drápið á íslendsku Birnu Brjánsdóttir í januar 2017, kemur fram, at føroyski skiparin á grønlendska trolaranum Polar Nanoq, hjálpti íslendsku løgregluni.

Í greinini stendur at lesa, at íslendska løgreglan hevði tann trupulleika, at tá tað kom fram, at onkur umborð á Polar Nanoq hevði okkurt at gera við málið, var trolarin komin í grønlendskan sjógv.

Íslendska løgreglan arbeiddi tá við at fáa løgreglufólk flogin umborð á danska sjóverjuskipið Triton, sum so skuldi sigla til Grønlands eftir grønlendskum løgreglufólki. Hesi skuldi síðani umborð á Polar Nanoq.

Meðan hetta stóð á, hevði føroyski skiparin fingið illgruna um, at skipið hevði okkurt at gera við málið. Tí boðaði hann manningini frá, at skipið hevði maskintrupulleikar og máttu sigla aftur til Íslands. Síðani sløkti hann internetið umborð, so at manningin ongan illgruna fingu.

Komin inn í íslendskan sjógv komu íslendsk løgreglufólk umborð og handtóku tveir av manningini.

Annar maðurin varð dømdur 19 ára fongsulsrevsing fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir og fyri at hava smuglað rúsevni, skrivar KVF.

Les greinina á The Guardian her