Føroyskir bankar koma undir hert eftirlit



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kaj Joensen

14.02.2014 - 23:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur
Fíggjarmálaráðið og danska stjórnin eru vorðin samd um, at stóru føroysku bankarnir koma inn undir donsku SIFI-skipanina.

Fíggjarmálaráðið hevur verið í samráðingum við donsku stjórnina í eitt longri tíðarskeið.

Sambært semjuni gerast BankNordik, Eik og Norðoya Sparikassi SIFI-bankar. Lógin varð løgd fyri danska Fólkatingið 7. februar 2014 og verður væntandi sett í gildi í Danmark 1. mars 2014. Lógin skal hereftir setast í verk í Føroyum við kongaligari fyriskipan, og krøvini til bankarnar verða innførd í stigum fram til 2019.

Av tí at bankamál er danskt málsøki, er tí avmarkað hvatføroyskir myndugleikar einsamallir kunnu gera til tess at økja um trygdina í føroyska bankageiranum.

- Tá ið stórir bankar koma sær í óføri, er árini á samfelagsbúskapin mangan álvarsligt, og hava føroyingar um nakrir kent avleiðingarnar av hesum, verður sagt úr Fíggjarmálaráðnum.

Danir hava eftirmett lógarverkið og Fíggjarmálaráðið hevur strongt á fyri at atlit eisini verða tikin til føroyska bankageiran á tann hátt arbeitt fyri at økja um fíggjarliga støðufesti í Føroyum. Nú er semja komin undir land, ið økir munandi um trygdina í føroyska bankageiranum.

Ein SIFI-banki verður mettur at hava somikið stóran týdning fyri samlaða búskapin, at hesin ikki kann fara av knóranum. Kemur ein SIFI-banki í trupulleikar, verða átøk beinanvegin sett í verk sum tryggja, at bankin verður rikin víðari. Við SIFI-spjaldrinum fylgir sostatt ein ávís trygd, men eisini ávísar skyldur. Strangari kapitalkrøv verða sett SIFI-bankunum. Jú týdningarmiklari bankin verður mettur at vera fyri samfelagsbúskapin, tess størri verða kapitalkrøvini til bankan.

Umframt hægri kapitalkrøv verða eisini onnur krøv sett til SIFI-bankar, eitt nú skulu nevndarlimir í SIFI-bankum hava serligar førleikar, Fíggjareftirlitið skal hava fleiri upplýsingar frá bankunum og bankarnir skulu gera tilbúgvingarætlanir, har greitt verður frá hvussu bankin kemur aftur á rættkjøl, um teir eru fyri álvarsligum stoytum.

- Vit hava verið illa plágað av bankakreppum í Føroyum. Í 1951 var Sjóvinnubankin í stórum trupulleikum. Fyrst í 90´árunum var illa statt, tá bæði Sjóvinnubankin, Fossbankin og Føroya Banki hoknaðu undir, og aftur í 2010 var galið, tá Eik varð yvirtikið av Finansiel Stabilitet. Tað er í friðartíð at tilbúgving verður gjørd. Eg fegnist tí um, at vit hava samráðst okkum til eina loysn, ið ger føroyska bankageiran tryggari. Krøvini til stóru bankarnar verða nú herd, við tí fyri eygað at økja um trygdina, men umráðandi fyri okkum hevur eisini verið, at krøvini ikki gjørdust ov hørð, soleiðis at hetta ávirkaði vanliga útlánsvirksemið, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri