Føroyskir skiparar á heimsins størsta ferðamannaflogfari


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

13.09.2015 - 10:36

Tíðindi >

Petur Hammer úr Vági er skipari á einum av heimsins størstu ferðamannaflogførum.

Tað skrivar jn.fo.

Hósdagin tá ið ferðamannaflogfarið hjá felagnum Emirates í Dubai fór á flog úr Dubai til J.F. Kennedy flogvøllin í USA, var tað við vágbinginum Petur Hammer sum skipara.

Petur er sonur Poulu og Kára Hammer í Vági, og ikki nokk við tað, stýrimaðurin var eisini føroyingur, hann nevnist Høgni Kallsberg og er úr Havn. Høgni er sonur til Olgu og Kaj Kallsberg í Havn

Tað var eitt flogfar av slagnum Airbus A380, sum teir báðir flugu og tað eru heimsins størstu ferðamannaflogfør. Útgávan er frá 2007 og flogfarið kann taka 555 ferðafólk.

Ferðin til J.F.Kennedy-flogvøllin gekk væl, somuleiðis gekk eisini væl á leiðini heim aftur til Dubai.

Fleiri myndir síggjast á jn.fo her