Fleiri føroyskir svimjarar luttaka á Køge Open stevnuni, sum verður hildin hesar dagarnar (Mynd: svimjing.com)

Føroyskir svimjarar fleiri heiðursmerkir á Køge Open



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 16:20

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Fleiri føroyskir svimjarar eru í Danmark og kappast hesar dagarnar. Umframt DM stevnuna í Greve, eru eisini fleiri svimjarar til Køge Open, sum verður hildin í Køge og Herfølge.

Og fleiri heiðursmerkir eru vunnin í Køge Open, skrivar svimjing.com. Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir vann gull í 200 metrar bringusvimjing, tá hon svam teinin á 2:50,38. Hetta var í aldursbólkinum 2002 og eldri.

Kristina Skála úr Havnar Svimjifelag hevur vunnið gull í 200 metrar ryggsvimjing við tíðini 2:38.44 í aldursbólkinum 2005-2006. Kristina vann eisini bronsu í 200 metrar frí við tíðini 2:27.98.

Í Aldursbólkinum 2003-2004 vann Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í 200 metrar ryggsvimjing við tíðini 2:28.29. Alisa megnaði eisini at vinna bronsu í 200 metrar frí við tíðini 2:23.11.

Í aldursbólkinum 2007 og yngri vann Viktoria Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag gull í 25 metrar ryggsvimjing við tíðini 21.41 sekund.

Í 25 metrar ryggsvimjing vunnu Bjarti Ludvig gull og Tóti Christiansen bronsu, báðir úr Suðuroyar Svimjifelag. Hetta var í aldursbólkinum 2006 og yngri. Harumframt vann liðsvimjingin hjá Suðuroyar Svimjifelag bronsu í 4x50 metrar blandað í sama aldursbólki. Liðið varð mannað av Tóta Christiansen, Andreas Debess, Bjarta Ludvig og Jóannes Clementsen.