(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroyskir svimjarar standa seg væl í Norðurlendsku Meistarakappingini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

02.12.2017 - 11:22

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Norðurlendska meistara- og juniormeistarakappingin í svimjing verður hildin í Reykjavík hsar dagarnar. Føroyskur svimjararnir eru komnir væl frá byrjan, skrivar svimjing.com.

Á fyrsta degi av NM/NJM megnaði Óli Mortensen at vinna norðurlendskt gullheiðursmerki í 1500 metrar frísvimjing. 

Tíðin hjá Óla varð 15:02.27, sum er persónligt met. Næstur Óla var danski Aleksander Aslak Nørgaard við tíðini 15:10.34,

Signhild Joensen setti tvær ferðir føroyskt met og junior met, tá hon vann bronusheiðursmerki í 100 metrar ryggsvimjing. 

Í innleiðandi riðilinum svam hon 1:00.91, áðrenn hon svam 1:00.50 í finaluni. Signhild var bert 19 hundrað partar frá gullheiðursmerki.