Anita, Hans Emil og børn teirra (Privatmynd)

Føroyskt íslett í Luksusfælden komandi týskvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

15.02.2017 - 19:41

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Herfyri varð skrivað á Portalinum um, at føroyska parið, Hans Emil og Anita Jarlesdóttir Midjord úr Froðba hava havt vitjan av TV3 og serfrøðingunum í vælumtóktu sendingini "Luksusfælden". Parið fekk ikki at vita beinanvegin, nær "teirra" sending fór at verða víst, men sum skilst, so hava tey fingið tað at vita nú.

Týskvøldið 21. februar verður sendingin við føroyska parinum send á TV3, og sendingin byrjar klokkan 19:00.

Luksusfælden er ein sending, har serfrøðingar veita hjálp til pør, sum onkursvegna eru komin illa fyri fíggjarliga. Serfrøðingarnir veita vegleiðing og tosa við bankar og aðrar kreditorar.

Les eisini: Luksusfælden vitjar í Føroyum á fyrsta sinni