Føroyskt mentanartiltak í Norðurlandahúsinum í morgin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

16.07.2013 - 16:14

Mentan > Tónleikur > Siðbundin tónleikur (fólkatónleikur, sálmar o.a.)

Møtir tú onkrum, sum er á vitjan í Føroyum, so sig við viðkomandi, at eitt føroyskt mentanartiltak verður í Norðurlandahúsinum frá kl. 15 í morgin mikudag - serliga ætlað vitjandi uttanífrá.


Millum annað fer føroyska kórið Cantabile at syngja føroyskar sangir.
Sangarinnan og sangskrivarin Guðrið Hansdóttir fer at framføra egin løg.
Nýggj føroysk list verður at síggja.
Yrkingar verða lisnar upp hjá ungum føroyskum yrkjarum.
Framsýning verður við undirvatnsmyndum hjá kavaranum og fotografinum Inga Sørensen, sum júst hevur givið eina myndabók út.
Høvið verður eisini at dansa føroyskan dans.
Og matstovan KOKS borðreiðir við ymiskum stakroyndum frá matskránni hjá matstovuni.

Fyrireikað hava Visit Tórshavn og Norðurlandahúsið, og vertur verður Vár B. Jacobsen.
Kostnaðurin - við mati - er 350 kr.