Føroyskt Poke-kort: Yvirlit yvir Poke-staðir í Føroyum

Steinar Patursson

02.08.2016 - 12:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Ver.fo boðar frá, at nakrir limir í Facebook bólkinum Pokemon Go (FØ) hava ment eitt kort yvir øll PokeStops og PokeGyms í Føroyum.

Ì stuttum kann sigast, at mest er at finna í Havn - næstan alt nærhendis miðbýnum.

Í Havn eru trý PokeGyms - støð, har Pokemons spælarar koma at dystast - eitt við Vesturkirkjuna, eitt við Öström og eitt við Eik banka yviri við Strond. Eisini eru nógv PokeStops nærhendis miðbýnum.

Íverksetarahúsið í Klaksvík er eisini eitt PokeGym, og fimm PokeStops eru at finna í Klaksvík.

Suðuroyingar mugu yvir til Suðuroyar Sparikassa, um teir skulu Poke-beistast, tí har er einasta PokeGym á oynni.

Á Eysturoynni eru eingi PokeGyms, men Saltangará og Runavík hava hvørt sítt PokeStop.

Verri er hjá sandoyingum og vágamonnum - og annars eisini øllum øðrum - tí har eru hvørki PokeStops ella PokeGyms at finna.

Føroyska Pokekortið kann síggjast her.