Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Føroysku U19 kvinnurnar taptu 41-16



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.03.2017 - 19:54

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroysku U19-kvinnurnar taptu fyri løtu síðani 41-16 móti Ungarn. Stórtapið kom ikki óvart á, tí Ungarn er í heimsflokki, hesar blivu nrummar 3 til seinasta EM, skrivar Hondbóltssambandið.

Hálvleiksstøðan var 20-10.

Sostatt tapti Føroyar heldur meira móti Ungarn í mun til Makedonia, sum tapti 33-18 í gjár. Okkara kunnu við einum megnaravriki í morgin kl. 18.30 føroyska tíð vinna seg til EM endaspælið um tær vinna móti Makedonia.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Tóra Eliasen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 5
Fríða á Dunga 3
Magna Tórðardóttir 2
Siw Matras Larsen 1