Føroysku U19 kvinnurnar vunnu finaluna trygt

Sverri Egholm

13.03.2016 - 15:40

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tær hava verið sannførandi í Womens Trophy í Georgia, og í dag vunnu tær finaluna móti vertunum - eisini sannførandi.

Georgia var væl við í fyrra hálvleiki, men føroyska verjan stóð sterk og syrgdi fyri, at vertirnir ikki fingu nógv mál. Eisini stóð Annika Fríðheim Petersen øgiliga væl í føroyska málinum. Støðan í hálvleikinum var 11-6.

Úrslitið av dystinum gjørdist 28-14.