(Mynd: Livar Nysted)

Føroyskur bátur skal bróta heimsmet í rógving fyri vatn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

10.02.2018 - 14:29

Tíðindi >

Ein føroyskur bátur legði í dag frá kei í Portugal fyri økja tilvitanina um mangulin uppá vatn í Afrika.

Fýra føroyingar og tveir útlendingar eru við umborð: Edmund Berg, Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Alex Dumbrava og Isaac GiesenÆtlanin hjá manningini er stór og vónirnar góðar: at rógva meir enn 8000 kilometrar tvørtur um Atlantshavið. Farið varð í dag frá Portugal, og síðan er ætlanin at rógva til Cuba og at enda í Miami, USA.

Sambært UNICEF er mangulin uppá reinføri og trygga atgongd til reint vatn ein av høvuðsorsøkunum til høga talið av sjúku í Somalia. Hetta ætla teir á Row for Water tó at broyta við at veita reint vatn til túsindatals fólk í Somalia.

Les meira og fylg við teimum HER