Føroyskur laksur er vælumtóktur í øllum teimum stóru marknaðunum. Mynd: Jógvan H. Gardar

Marknaðurin fyri føroyskan laks veksur uttan fyri Evropa

Jógvan Hugo Gardar

02.01.2016 - 10:55

>

Marknaðurin hevur sum heild verið góður, tó sæst á tølunum, at kappingin í Russlandi er nakað harðari og sostatt er prísurin lækkaður, samstundis sum hann er hækkaður aðrasteðni. Komandi ár verður vænta at Russland aftur verður opið fyri øllum, og sostatt kann væntast at fyrimunurin hjá føroyskum alarum á hesum marknaði hvørvur.

Føroyskur laksur var í nógv ár ein vøru sum at kalla bara bleiv seld til marknaðir í Evropa. Seinnu árini er hetta nógv broytt, serliga eftir at bæði Kina og Russland hava stongd marknaliðini fyri norskum laksi. Samstundis hevði norskur laksur so høgan toll á USA-marknaðinum at føroyingar, skotar og kilenar hava havt møguleika at byggja sær hendan marknaðin.

Útflutningshagtølini hjá Bakkafrost vísa at mongdin tey selja til  Evropa minkar alsamt. Fyrstu níggju mánaðirnar av 2014 fóru 46 prosent av Bakkafrost-laksinum til ES-lond. Hetta var í 2015 lækkað til 34 prosent. Marknaðirnir í USA og Asia lækkaðu úr 22 prosentum til ávikavist 18 og 14 prosent. Størst vøkstur er útflutningurin til Eystur-Evropa, og tá serliga Russland. Hesin útflutningurin hjá Bakkafrost fór úr tíggju prosentum til 34 prosent frá 2014 til 2015. Tað merkir at Eystur-Evropa nú er líka týdningarmikil, og kanska størri enn ES-marknaðurin. 


Broytingarnar í útflutninginum til Kina, Russland og USA

Føroyski laksaútflutningurin til Kina fyrstu tíggju mánaðirnar í 2015, frá januar til oktober, minkaði í mongd, samanborið við útflutningin sama tíðarskeið í 2014. Hetta vísa tøl frá Hagstovuni.

Frá januar til og við oktober í ár blivu 6800 tons av laski útflutt, til ein meðal kiloprís á 37,18 krónur. Sama tíðarskeið 2014 blivu 8800 tons av laksi útflutt til Kina fyri ein meðalprís uppá 32,45 krónur fyri kilo. Besti mánaðin var august í ár, tá prísurin var í meðal góðar 42 krónur fyri kilo.

Í tíðarskeiðnum frá januar til oktober í 2015 útfluttu føroyskir alarar 18600 tons av laksi til Russlands. Hetta er meir enn ein tvífalding frá sama tíðarskeiði í 2014, tá útflutningurin var 8600 tons, ella neyvt 10.000 tons lægri enn í 2015.

Meðalprísurin í ár hevur verið 40,6 krónur fyri kilo. Besta prísin fingu alararnir í januar, tá russar rindaðu í meðal 51,1 krónur fyri kilo teir innfluttu úr Føroyum. Í 2014 var meðalaprísurin 45,7 krónur fyri kilo. Bestu mánaðirnir vóru august og september, tá russar rindaðu ávikavist 55,1 og 50,7 krónur fyri kilo.

Frá januar til oktober í 2015 sendu føroyskir alarar knøpp 10.000 tons av laski til USA, samanborið við 12800 tons sama tíðarskeið í 2014. Í 2014 rindaðu amerikanarar í meðal 44,18 krónur fyri kilo av føroyskum laksi, meðan meðalprísurin frá januar til oktober í ár hevur verið 47,18 krónur.


Vøkstur uttanfyri Evropa

Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrosti, sigur í samrøðu við Fiskur.fo, at marknaðurin sum heild var góður í 2015. Kappingin broytist alla tíðina, og seljararnir noyðast at finna nýggjar møguleikar so hvørt.

- Sum heild er føroyskur laksur væl umtóktur á marknaðinum, hetta skyldast ikki minst at føroyskur laksur hevur ein serstakan smakk, at føroyskur laksur hevur nógv hægst innihald av marinum rávørum í fóðrinum, góðari heilsustøðu í føroysku alivinnuni, munagóðari marknaðarføringav føroyskum laksi sum ikki minst skildast at føroyska alivinnan er mest konsoloderaða vinnan í alivinnuhøpi í heiminum, og sostatt hevur megnað at samskipa seg betur enn aðrastaðni, sigur Regin Jacobsen.

Marknaðurin í Evropa er tann sum er vaksin mest í 2015, hetta er mest týðandi laksamarknaðurin, men føroyskir alarar vaksa meir uttanfyri Evropa.

- Føroyskur laksur hevur havt stórst framgongd á øðrum marknaðum, men hetta skyldast eina mest at vit hava havt størri fokus á at vaksa uttanfyri Evropa, sigur stjórin á Bakkafrosti.


Følsk skjøl forstýra í Kina

Sum vit skrivaðu um jólini, so hava føroyskir alarar farna árið lagt til merkis at teir hava møtt laksi á kinverska marknaðinum sum skal eitast at vera føroyskur, men sum vísir seg at vera seldur við følskum skjølum.

- Nógvar hóttanir eru, og fyri føroyskan laks er ein nýggj hóttan komin á kinesiska marknaðinum í 2015. Hetta er falskur uppruni. Samlaða mongdin av laksi, sum verður smugla inn í Kina við følskum føroyskum pappírum er størri enn samlaða mongdin av veruligum føroyskum laksi, sigur Regin Jacobsen..

Almennu tølini siga, at fyrstu átta mánaðirnar vóru 11.017 tons eru innflutt úr Føroyum til Kina. Veruliga sølan av laksi úr Føroyum til Kina í hesum tíðarskeiði var 4.113 tons. Tað vil siga at 6.904 tons vóru innflutt til Kina við følskum føroyskum pappírum.

- Hesin laksur verður vanliga umpakkaður í til dømis Hong Kong og ummerktur við til dømis Bakkafrost-uppruna og etikettum - og seldur inn til Kina. Fyri Bakkafrost merkir hetta at vit kappast við egi vørumerki fyri bíligari prís - og verri góðsku, sigur Regin Jacobsen.



beint nú