Mynd: Politiken

Føroyskur millióningur: - Gavst í skúlanum fyri at spæla telduspøl


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

06.01.2017 - 13:49

Mentan > Undirhald

Tann 12.desember 2016, ella fyri minni enn einum mánað síðan, vann tann 23 ára gamli føroyingurin Johan Sundstein ella BigDaddy, sum vit øll kenna hann sum, og sum er búsitandi í Danmark, eina millión amerikanskar dollarar saman við fýra liðfeløgum, venjara og managara, tá ið teir vunnu gull við The Boston Major 2016.

Johan Sundstein er professionellur Dota2 leikari og í løtuni ein av fimm leikarum á liðnum ”OG”.

Dota2 er eitt telduspæl, og eru Johan Sundstein og vinmenn hansara somikið stinnir í tí, at teir hava forvunnið sær bæði eitt og tvey oyru til lívsins uppihald.

Tí umframt at vinna eina millión amerikanskar dollarar fyri minni enn einum mánað síðan, vunnu teir í august 312.000 amerikanskar dollarar, eftir at teir gjørdust nummar 9-12 í einari kapping í Seattle í USA.

Nú hevur so danska blaðið Politiken gjørt eina samrøðu við Johan Sundstein, har ið tað millum annað verður komið inná, hvussu nógvar tímar Johan venur um dagin, og um hvussu tað spældi av, tá ið hann fortaldi rektaranum á miðnámsskúlanum, har hann gekk í skúla, at hann ætlaði sær at gevast fyri at kunna leggja alla orku í at spæla telduspøl.

Les alla samrøðuna her.