Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum hevur góð úrslit at vísa á frá sínum arbeiði í oljuvinnuni. Hesum fer hann m.a. at greiða frá á Arsins Vinnudegi.

Føroyskur oljustjóri við góðum úrslitum við á Vinnudegnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

29.08.2017 - 12:57

Oljan > Vinna & Tøkni > Ídnaður

Ársins Vinnudagur nærkast og harvið eisini kjósanin av Ársins Virki og Ársins Átaki. Millum fyrilestrarhaldararnar hesaferð er Graham Stewart, stjóri í oljufelagnum Faroe Petroleum. Sum stjóri í oljufelagi kennir Graham Stewart væl til tær umstøður, sum hava givið oljuvinnuni stórar avbjóðingar seinastu árini. Hóast lágan oljuprís og nógvar skerjingar innan oljuvinnuna, hevur Faroe Petroleum megnað at rokkið góðum úrslitum. Graham hevur staðið á odda og umskipað felagið fleiri ferðir, og harvið megnað at fingið lut í vakstrarmøguleikum í oljuídnaðinum í Norðsjónum.

Á Vinnudegnum 2017 verða annars ymisk viðkomandi evni viðgjørd og lýst í fyrilestrum við bæði føroyingum og útlendingum. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum. Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi, umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í einum óformligum umhvørvi. Hinir fyrilestrarhaldararnir eru:

Walter Qwam er royndur vinnulívsmaður úr Noregi. Hann hevur m.a. verið stjóri í norska samtakinum KONGSBERG, sum er ein altjóða fyritøka, ið veitir tænastur innan tilbúgving, trygd og tøkni til maritima, hernaðar- og loftrúmsídnaðin. Hann fer at halda fyrilestur um, hvussu tøkniliga menningin ávirkar fyritøkur og vinnugreinar í dagsins samfelag, og serliga leggur hann dent á týdningin av vinnuligum samstarvi. Walter Qvam er nevndarformaður í óhefta granskingarstovninum SINTEF, sum hevur verið við til at seta á stovn DIGITALNORWAY, ið styrkir, vegleiðir og stuðlar fyritøkum at brúka nýggja tøkni. Hann fer at greiða frá royndunum við hesum arbeiði, sum serliga gagnar smærri og miðalstórum fyritøkum í Noregi.

Tommy Ahlers er danskur íverkseti, og vit kenna hann m.a. sum dómara í sendingini Løvens Hule á DR. Á Vinnudegnum fer Tommy at tosa um íverksetan og tær avbjóðingar og møguleikar sum eru, tá farið verður undir at skapa nýggjar vørur og tænastur og stovna nýggjar fyritøkur.

Triði fyrilesturin verður við Graham Stewart, stjóra í Faroe Petroleum.

Kappingarføri Føroya er nýggj frágreiðing frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið lýsir yvirskipaða kappingarførið hjá Føroyum, forðingar hjá føroysku vinnuni og møguleikar at styrkja føroyska kappingarførið. Á Vinnudegnum verður úrslitið av frágreiðingini lagt fram, men longu nú kann sigast, at úrslitini eru øðrvísi enn í 2009, tá Vinnumálaráðið gjørdi somu frágreiðing.

Skráin fyri Vinnudagin 2017 sæst her.