Antoni Martí Petit, forsætismálaráðharrin í Andorra. Mynd: Diario Extra.

Forsætismálaráðharrin takkaði Andorra-leikarunum fyri stigið

Jens Hákun Leo

27.03.2017 - 07:16

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað skapti gleði ímillum fólk í Andorra, tá ið fótbóltslandsliðið hjá Andorra leygarkvøldið leikti javnt 0-0 ímóti Føroyum og harvið umsíðir megnaði at fáa stig eftir at hava tapt 35 heimadystir á rað og eftir at hava tapt 58 undankappingardystir á rað í heila tikið.

Harav var 53 ára gamli Antoni Martí Petit, sum hevur verið forsætismálaráðharri í Andorra síðan mai 2011, og sum var til dystin í Andorra la Vella leygarkvøldið, ein teirra, sum var ómetaliga fegin um úrslitið leygarkvøldið.

Ja, so fegin var hann um úrslitið ímóti Føroyum, at hann eftir dystin, sum skilst á lagnum, ikki gjørdi mætari enn at fara frá VIP-sektiónini, har ið hann sat undir dystinum, oman í skiftingarrúmið til leikararnar at takka teimum fyri avrikið og úrslitið.

Eftir dystin leygarkvøldið vóru tað annars sum heild áðskoðararnir hjá Andorra, sum vóru í tí betra hýrinum og nøgdari við málleysa javnleikin. Teir á leið hundrað føroysku áðskoðararnir hildu tann lutfalsliga størra gangin ígjøgnum allan dystin, men áðskoðararnir hjá Andorra vóru teir, sum endaðu dystin betur, eftir at Andorra hevði fingið yvirtakið í dystinum í kjalarvørrinum av tí seinra gula kortinum hjá Jóan Símuni Edmundsson í 73. minutti.

Tí eftir at áðskoðararnir hjá Andorra høvdu verið rættiliga friðarligir ígjøgnum allan dystin – burtursæð frá einum tíggju, sum settu sín dám á dystin við onkrum rútmiskum trummum -, kom veruliga lív í teir, tá ið føroyingar mistu ein mann.