Mynd: EPA

Forsætisráðharrin fekk av at vita til minningarhald

Steinar Patursson

18.07.2016 - 18:32

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Franski forsætismálaráðharrin, Manuel Valls, fekk av at vita frá einari ónøgdari fólkamongd, tá hann var til minningarhald fyri teimum, ið lótu lív í yvirgangsálopinum í Nice hóskvøldið.

Umframt at fólk róptu “buh” eftir honum, so varð eisini rópt “drápsmaður” og “legg frá tær” eftir honum, áðrenn tøgn skuldi haldast í ein minutt fyri at minnast tey, ið lótu lív.

Seinastu dagarnar hevur ónøgd tikið seg upp við fronsku stjórnina, og fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, vil vera við, at stjórnin megnar ikki at verja fronsku borgararnar frá yvirgangi.

Frakland hevur nú verið út fyri trimum ógvisligum yvirgangsálopum innan tvey ár, og tilsamans 230 fólk hava latið lív í yvirgangsatsóknunum.