Mynd: EPA

Forsætisráðharrin vil senda tingið til hús

Steinar Patursson

05.04.2016 - 14:11

Tíðindi > Ísland

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri í Ìslandi, hevur nú biðið íslendska forsetan, Ólaf Ragnar Grimsson, um at senda Altingið til húsar.

Tað varð júst varpað út í íslendskum sjónvarpi, sambært Reuters.

Sigmundur Gunnlaugsson gjørdi fyrr í dag greitt, at hann upploysti tingið, um hann ikki fekk stuðul frá samgongufelagunum úr Sjálvstýrisflokkinum, skrivar íslendska Kringvarpið, RÚV.

Forsætisráðharrin hevur sum skilst sitið á fundi við formaninnum fyri Sjálvstýrisflokkin, Bjarna Benediktsson, í allan dag, men eftir øllum at døma er einki komið burturúr.

Ólafur Ragnar Grimsson, forseti, noktar tó at senda tingið til húsar umgangandi, men vil hava partarnar at seta seg niður og viðgera málið meira, áðrenn hann ger nakað.

Stórar mannamúgvur hava annars verið og mótmælt uttanfyri Altinginum í allan dag, og kravið er, at forsætisráðharrin leggur frá sær.