(Mynd: EPA)

Forsetavalevni framvegis undir illgruna

Ingi Samuelsen

16.02.2017 - 12:46

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Løgreglan sleppur ikki málinum móti franska forsetavalevninum, François Fillon. Tað boðar serligi ákærin fyri fíggjarlig lógarbrot frá.

Sambært ákærumyndugleikanum hava kannarar funnið fleiri viðurskifti, ið skulu kannast nærri áðrenn málið verður slept, skrivar Reuters.

Fillon hevur verið hildin at vera maðurin, ið var førur fyri at vinna á valevninum hjá uttasta høgraveingi, Marine Le Pen, til forsetavalið í vár.

Men eftir ákærur í vikublaðnum Le Canard Enchaine um at Fillon hevur havt konu sína í almennum starvi uttan at hon hevur gjørt nakað, hevur havt við sær, at undirtøkan hjá honum er dalað í veljarakanningunum.

François Fillon hevur verið í miðlunum og biðið franska fólkið um umbering fyri, at skattapengar eru endaðir í lummanum hjá konuni av órøttum.

Hann hevur tó víst aftur, at talan var um nakað ólógligt. Samstundis heldur hann eisini uppá, at konan veruliga hevur útint sítt starv.

Sambært blaðnum vann kona Fillons fleiri milliónir krónur við at vera hjálpari hansara í tjóðartinginum, uttan nakrantíð at hava verið til arbeiðis.

Eisini tvey av børnum teirra skulu hava gjørt uppgávur fyri hann fyri almennar skattapengar.

Enn er óvist hvat fráboðanin frá fronsku ákærumyndugleikunum kann føra til. Møguleikarnir eru, at ákærumyndugleikin í síðsta enda sleppur málinum, at tey fara víðari við málinum og seta ein kanningardómara ella senda málið beinleiðis í rættin, skrivar Ritzau.

Fillon hevur sagt, at hann tekur seg burtur úr valstríðinum, um talan verður um eina formliga kanning av honum.

Fyrsta umfar í franska forsetavalinum verður sunnudagin 23. apríl.

Fillon har sagt, at han vil droppe ud af præsidentvalget, hvis der bliver en formel undersøgelse af ham.

Første runde af det franske præsidentvalg finder sted 23. april. 14 dagar seinni, 7. mai, verður – um neyðugt – eitt nýtt umfar millum tey bæði forsetavalevnini, sum fingu flest atkvøður í fyrsta umfari.