(Mynd: Dávur Winther)

Forsetavitjan í Klaksvík

Ingi Samuelsen

18.05.2017 - 18:47

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Í dag er fjórði og seinasti dagur á almennu vitjanini hjá íslendska forsetanum í Føroyum.

Í dag gekk leiðin norðureftir, fyrst til Klaksvíkar og seinni út á Skálafjørðin.

Í Klaksvík tók tóku Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og frúan, Vígdis, ímóti á ráðhúsinum, har borgarstjórin greiddi frá um kommununa. Seinni varð farið upp á borgarstjóraskrivstovuna at skoða vakra veggjaprýðið, sum Edward Fuglø, listamaður, hevur gjørt. 

Aftaná varð farið í Christianskirkjuna, har sami listamaður hevði høvi at greiða forstahjúnum frá sínum trælistaverkum í kirkjukjallaranum. Uppi í kirkjurúminum greiddi Alex Sólstein frá um kirkjuna.

Eisini varð vitjað á fyritøkuni Look North, har stjórin Árni Skaale tók ímóti og greiddi frá virkseminum. Look North var fyrr í ár útnevnt "Ársins Íverkseti".

Vitjanin í Klaksvík endaði á Gamla Seglhúsinum, har borgarstjórin var vertur fyri eini máltíð, sum matstovan Fríða borðreiddi við.

Í kvøld hevur forsetin móttøku í Norðurlandahúsinum í Havn. Íslendska ferðalagið fer heimaftur til Íslands við Atlantsflogi í morgin árla.