Guðni Th. Jóhanesson, forseti, helt røðu á føroyskum i Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið (Mynd: Norðurlandahúsið)

Forsetavitjanin endar í morgun

Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 07:50

Tíðindi >

Íslandska forsetavitjanin í Føroyum endar í morgun, tá Guðni Th. Jóhannesson, forseti, kona hansara Eliza Reid og fylgið av embætisfólkum fara aftur til Íslands við flogfarinum hjá Atlantsflog, ið eftir ætlan lættir úr Vágum klokkan 08.00 í morgun.

Í gjárkvøldið var forsetin vertur fyri eini móttøku, ið verð hildin í Norðurlandahúsinum.

Á ferðini hevur Guðni sjarmera seg inn í nógv føroysk hjørtu, millum annað við at royna at tosa føroyskt.

Herundir sæst filmsbrot av forsetanum, sum á almennu vitjanini støðgaði á fyri at spæla fótbólt saman við nøkrum dreingjum á Argjum.