Forsetin í Makedonia, Gjorge Ivanov

Forsetin í Makedonia noktar fyri at broyta navn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 15:42

Tíðindi > Uttanlands - ES

Í gjár bórust tíðindi um at Makedonia fór at broyta navn. Forsætisráðharrin í Makedonia, Soran Saev, skal skriva undir avtalu við forsætisráðharran í Grikkalandi, Alexis Tsipras, um at Makedonia fer at broyta navn til Lýðveldi Norðurmakedonia.

Men forsetin í Makedonia, Gjorge Ivanon, ætlar ikki at skrivað undir avtaluna. Ivanon sigur, at navnabroytingin er ímóti grundlógini, og at hon er skaðilig fyri landið. Forsetin hevur heimild at brúka veto móti navnabroytingini.

Eydnast tað at skriva undir avtalu um navnabroyting, skal fólkið fyrst atkvøða fyri tí, og síðani skulu tveir triðingar av parlamentinum atkvøða fyri tí, skrivar Kringvarpið.

ES og Nato hava gjørt greitt, at har verður tikið ímóti Lýðveldinum Norðurmakedonia.