Fóru út at mjólka – funnin aftur 75 ár seinni

Ingi Samuelsen

18.07.2017 - 13:39

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Frystu kropparnir av einum sveitsiskum hjúnum, ið hava verið horvin í 75 ár, eru nú funnin aftur í einum svinnandi jøkli í Alpunum.

Marcelin og Francine Dumoulin, foreldur at sjey børnum, fóru 15. august 1942 út at mjólka neytum, men komu ongantíð aftur.

- Vit hava brúkt alt okkara lív til at leita eftir teimum, tí tað hevur verið okkara vón, at vit einaferð kundu geva teimum eina jarðarferð, sigur yngsta dóttirin, Marceline Udry-Dumoulin, sum nú er 75 ár, við blaðið Le Matin í Lausanne.

Løgreglan í Valais hevur upplýst fyri sveitsiskum miðlum, at líkini av tveimum persónum vórðu funnin undir umvælingararbeiði á eini skíðlift nærhendis Les Diablerets skíðstaðnum á 2.600 metra hædd.

DNA-kanningar skulu nú staðfesta samleikan hjá fólkunum.

- Kropparnir lógu nærhendis hvørøðrum. Talan er um mann og kvinnu í klæðum frá tíðini kring annan verðaldarbardaga. Líkini eru væl varðveitt, eins og ognarlutirnir hjá teimum, sigur stjórin fyri skíðstaðnum við blaðið.

Marcelin Doumoulin, ein 40 ára gamal skómakari, og 37 ára gamla lærarinnan Francine, doyðu frá fimm synum og tveimum døtrum.

- Hetta var fyrsta ferðin, at mamma mín fór við pápa út á slíka ferð. Hon var altíð við barn, og kundi ikki fara út at klatra á jøklinum, greiðir Udry-Dumoulin frá.

Eftir hendingina vórðu børnini skild frá hvørjum øðrum, og send út til familjur at fostra.

- Eg var heppin at sleppa at búgva hjá mostur míni. Vit livdu øll nærhendis heiminum, men gjørdist fremmand fyri hvør øðrum. Til gravarferðina fara vit ikki at vera í svørtum. Eg haldi, at hvítt er hóskandi. Hvítt umboðar vón, og vónina misti eg ongantíð, sigur nú 75 ára gamla dóttirin við blaðið.