Gundadalur (Savnsmynd)

Fótbóltskappingin hjá venjarafelagnum verður leygardagin

Niels Petersen

13.02.2017 - 22:39

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Venjarafelag Føroya (VFF) hevur seinastu árini skipað fyri einari fótbóltskapping fyri fremstu liðini í Føroyum, sum eitt slag av upphitingarkapping undan byrjanini av landskappingini. Í ár verður kappingin leygardagin 18. februar, og spælt verður, sum vant, í Gundadali.

Liðini sum hava boðað frá luttøku eru Suðuroyarliðið, KÍ, HB, 07 Vestur, Giza Hoyvík, NSÍ, EB/Streymur, B68, B36 og ÍF.

Spælt verður í tveimum bólkum, og kappingin byrjar klokkan 13:00. Finalan byrjar klokkan17:45.

Spælt verður á øllum trimum vallunum í Gundadali, bæði ovara, niðara og á Tórsvølli. 

Í Bólki 1 spæla hesi lið:
NSÍ
B36
ÍF
EB/Streymur
B68

Í Bólki 2 spæla hesi:

Suðuroyarliðið

HB
07 Vestur
Giza Hoyvík

Landskappingin byrjar sunnudagin 12. mars.