Henning Jensen í leikbúnanum hjá Real Madrid, her saman við týska Paul Breitner, t.v.

Fótbóltsleikarin Henning Jensen deyður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

05.12.2017 - 09:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein av evnaríkastu fótbóltsleikarunum í Danmark, Henning Jensen, er deyður. Hann gjørdist 68 ára gamal.

Henning Jensen var í sjeytiárunum mettur millum bestu fótbóltsleikararnar í Evropa. Tað var seint, áðrenn hann varð ’uppdagaður’ sum 22 ára gamal, tá hann sældi í barndómsfelagnum Nørresundby í Danmarksseriuni.

Men so gekk skjótt. Miðvallaleikarin kom á danska landsliðið uttan at hava spælt nakran dyst í ovaru deildunum. Og so varð hann seldur til Borussia Mönchenglacbach, har hann gjørdist liðfelagi hjá Allan Simonsen og nøkrum av størstu stjørnunum tá, so sum Jupp Heynckes og Günther Netzer.

Hann gjørdist týskur meistari tvær reisur, steypavinnari einaferð og vinnari av Uefa Cup. So vórðu boð frá sjálvasta Real Madrid.

Eisini her gekk væl hjá Henning Jensen við tveimum sponskum meistaraheitum. Eftir Spania spældi hann við Ajax Amsterdam, har hann eisini vann meistaraheiti.

Afturkomin til Danmarkar spældi hann við AGF áðrenn fótbóltsleiðin endaði í barndómsfelagnum, Nørresundby.

Henning Jensen var við danska landsliðnum frá 1972 til 1980. Hann spældi 21 landsdystir og skoraði níggju mál.

Tá danska fótbóltssambandið, DBU, í 2006 skuldi velja besta danska fótbótsspælaran nakrantíð var Henning Jensen millum teir átta tilnevndu. Michael Laudrup varð valdur.

Henning Jensen doyði orsaka av krabbameini eftir stutta sjúkralegu.

Eitt av bestu málunum, sum Henning Jensen nakrantíð skoraði, var í einum óalmennum dysti á Wembley í London, sum varð spældur fyri at markera at Danmark, Bretland og Írland komu upp í EEC-samstarvið.

Hesi trý londini mannaðu annað liðið móti einum liði mannað við leikarum úr táverandi EEC-londum. Bobby Charlton legði ein bólt innfyri, sum Henning Jensen hegnisliga, nærmast liggjanri afturav, stútaði í málið uttan møguleika hjá italska málverjanum Dino Zoff at bjarga.

Málið kann njótast á dr.dk