Mynd: FSF

Fótbóltsskúli á Toftum 30. juni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

12.05.2017 - 17:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í døgunum 30. juni og 1. juli fara FSF og B68 at skipa fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. Pláss er fyri umleið 200 luttakarum.

Hetta boðar Fótbóltssambandið frá í dag á heimasíðu sínari.

Fótbóltssambandið greiðir frá í hesum viðfangi, at fótbóltsskúlin hesaferð er fyri børn og ung, gentur og dreingir í aldrinum 6 til 14 ár (fødd í 2003 til 2011).

Fríggjadagin 30. juni verður vant frá klokkan 13 til 17, og leygardagin 1. juli verður vant frá klokkan 10 til 15. Luttakararnir møta ein hálvan tíma frammanundan.