Fótbóltur: U19-dreingir spæla móti Íslandi í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 11:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú klokkan hálvgun eitt fer føroyska U19-fótbóltslandsliðið við dreingjum undir seinasta dystin í innleiðandi EM-undankappingini hesaferð.

Dystirnir verða spældir í Bulgaria, og longu undan seinasta umfarinum er greitt, at tað verða Ongland og vertslandið Bulgaria, ið fara víðari í kappingini til sokallaðu ’elite round’ har tey sjey londini skulu finnast, sum sleppa til EM-endakappingina. Eftir tveir dystir hava hesi bæði londini 6 stig, og skulu nú møtast í einum dysti um fyrsta plássið.

Dysturin millum Føroyar og Ísland í dag er dysturin um at sleppa undan at enda seinast, tí enn hevur hvørkið av londunum fingið stig. Føroyar taptu fyrst 6-0 móti Onglandi og síðan 2-0 móti Bulgaria.

Ísland hevur tapt sínar dystir móti somu londum, báðar dystirnar 1-2.

Til ber at fylgja við dystinum, sum verður stroymdur beinleiðis. Leinkja til stroymingina er at finna á heimasíðuni hjá FSF.