Fox News: - Óhugnaligar myndir av grindadrápi í Føroyum

Ari av Rana

08.11.2017 - 15:08

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Kendi amerikanski tíðindamiðilin Fox News hevur stóra grein um grindadrápið í Føroyum á heimasíðu síni í dag.

Fleiri myndir eru, sum vísa grindadráp í Hvannasundi í ár. Fox News skrivar, at tað er Sea Shepherd, sum hevur sent teimum myndirnar. Fox News kallar myndirnar óhugnaligar ella ræðsluvekjandi.

Í greinini stendur skriva, at Sea Shepherd vóru í Føroyum í tíggju vikur í summar frá juli til september. Endamálið við ferðini var at avdúka tað framhaldandi ómentaða drápið av springarum og grindahvalum í Føroyum.

Viðmerkingarnar streyma inn undir greinini, og allar viðmerkingarnar sum Portalurin hevur lisið higartil hava verið sera jaligar mótvegis grindadrápi.

Greinin og myndirnar eru at síggja her.