Frá føroyskum til kinesiskan HM-hondbólt

Ingi Samuelsen

04.12.2017 - 11:31

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

So seint sum í september mánaði í ár stóð hann á síðulinjuni og stjórnaði føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í EM-undankappingardysti.

Í hesum døgum stendur hann á síðulinjuni til HM-kappingina í Týsklandi sum hjálparvenjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum.

Talan er um enska hondbóltsvenjaran Scott Harrington, sum fyri tveimum árum síðani gjørdist partur av føroyskum hondbólti, sum landsliðsvenjari og –mennari og eisini venjari í hondbóltsfelagnum hjá Neistanum.

Fyrr í ár varð hann so útnevndur sum høvuðsvenjari hjá okkara kvinnulandsliði.

Men í heyst gav Scott Harrington boð um, at hann mátti gevast, tí hann hevði fingið eitt spennandi tilboð uttanlands. Nevniliga frá kinesiska hondbóltssambandinum um at gerast hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum har.

Og nú situr hann so á beinkinum til HM-kappingina sum um vikuskiftið byrjaði í Týsklandi.

Daninin Jesper Holmris, kendur frá landsliðnum fyri árum síðani, er høvuðsvenjari. Kina er ikki millum favorittarnar til kappingina hesaferð – langt fra – tey eru við fyri at læra við vón um at kunna klára seg væl til olympisku leikirnar í 2020.

Kina hevur spælt tveir dystir og tapt báðar stórt. Fyrst 23-43 móti Serbia og í gjár 15-40 móti Hollandi. Komandi uppgáva er móti Suðurkorea mikudagin. Júst Suðurkorea er liðið, sum Kina hevur sum mál at koma ájavnt við í menningararbeiðinum tey komandi árini.

Skipanin við kinesiska hondbóltssambandið er nú, at leikararnir uppihalda seg í Danmark ein stóran part av árinum, har Jesper Holmris saman við Scott Harrington og restini av venjaratoyminum hava góðar umstøður at fáa kinesiskan kvinnuhondbólt upp á eitt støði, so at tær kunnu gera seg galdandi í altjóða hondbólti á jøvnum støði við suðurkoreansku og japansku hondbóltskvinnurnar.

Herundir er samrøða við kinesisku hondbóltsvenjararnar, sum altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur gjørt.