(Mynd: EPA)

Frælsur ítróttur: HM gull til Noreg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.08.2017 - 07:07

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Noreg hevur fingið ein nýggjan heimsmeistara í snarrenning. Í gjár gjørdist 21 ára gamli Karsten Warholm óvæntað heimsmeistari í 400 metra rimarenning undir HM-kappingini í London.

Ungi norðmaðurin rann teinin í tíðini 48,35 sekund framman fyri Yasmani Copello úr Turkalandi og Kerron Clement úr USA.

Karsten Warholm hevur fyrr kappast í tíggjudysti (decathlon), har hann serliga vísti styrki í renning, rimarenning og longdarlopi, meðan hann var veikur í køstunum. Men hvat ger tað? Nú er hann heimsmeistari í 400 metra rimarenning.