Mynd: Jens Kr. Vang

Frágreiðingin hjá Høgna Hoydal um flytingar av veiðiloyvum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

19.06.2017 - 17:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er í dag komin við frágreiðing um málið um flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum til uppisjóvarskip.

Landsstýrismaðurin hevur fingið frágreiðingar og tilfar frá Vørn og frá umsitingini og leiðsluni í Fiskimálaráðnum, og innlit í skjøl og samskifti, ið eru partar av málinum.

Landsstýrismaðurin letur eisini løgmanni frágreiðing, sum hann hevur biðið um.

Høgni Hoydal sigur eisini, at løgtingið fær við sínum lógarásettu amboðum møguleika at meta um ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í málinum.

Frágreiðingin kann lesast her.