Forkvinnan í La République en Marce, Catherine Barbaroux, heldur røðu eftir valsigurin í gjár (Mynd: EPA)

Frakland: Dyggur stuðul og meiriluti til Macron forseta



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 07:36

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Uppteljingin av franska tjóðartingsvalinum í gjár vísir, at valsamgongan hjá Macron forseta fær 350 pláss og harvið meirilutan í tjóðartinginum.

Flokkurin La République en Marche (LREM) hevur saman við MoDem fingið 350 av teimum 577 plássunum í undirhúsinum, vísir endaliga samanteljingin á heimasíðuni hjá innanríkisráðnum.

Le République en Marche fekk 308 sessir og minni samstarvsflokkurin DoDem fekk 42. Tað skulu 289 sessir til at hava meiriluta í undirhúsinum.

Næststørsti flokkur á valinum gjørdist Republikanararnir, ið fingu 113 tjóðartingslimir.

Sosialistaflokkurin fekk knapt seks prosent av atkvøðunum og fekk 29 sessir. Bert ein tíggjundapart av tí, flokkurin fekk við seinasta val, tá flokkurin fekk 290 pláss í tjóðartinginum.

Vánaliga valið fekk eisini aðalskrivaran í flokkinum, Jean-Christophe Cambadelis, til at siga seg úr starvinum í gjárkvøldið, skrivar AFP-tíðindastovan.

Ein annar stórur tapari á valinum í gjár var høgravendi flokkurin Front National. Hóast flokkurin fekk stuðul frá umleið níggju prosentum av veljarunum, fekk flokkurin bert átta sessir í tinginum.

Oddakvinnan í flokkinum, Marine Le Pen, fekk eitt av teimum átta plássunum, og er sostatt vald í tjóðartingið fyri fyrstu ferð. Higartil hevur hon havt sæti í Evropa-tinginum.

Valluttøkan var 42,6 prosent, og er tann lægsta í fleiri áratíggju, skrivar Ritzau.