Mynd: EPA

Frakland er heimsmeistari

Hanus Samró

02.02.2015 - 00:17

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Qatar og Frakland leiktu í kvøld finaluna í heimsmeistaraheitinum í hondbólti. Frakland vann 22-25. Hálvleiksstøðan var 11-14 til Frakland.

Frakland legði seg tíðliga í fyrra hálvleiki á odda við trimum málum, men aftaná skiftist liðini um at skora. Einu løtuna førdi Frakland við fimm málum, men Qatar fall ikki í fátt og megnaði at eta seg inn aftur í dystin, so bert try mál vóru millum liðini. Tá dómararnir bríkslaðu til hálvleiks var støðan 11-14 til Frakland.

Qatar byrjaði best í seinna hálvleiki. Teir minkaðu um munin, so at Frakland eini løtuna førdi við einum máli, men Qatar megnaði ongantíð at fáa Frakland aftur. Dysturin endaði 22-25 til Frakland.

Sostatt er Frakland heimsmeistarar í hondbólti.

Les eisini: Pólland vann bronsuna frá fyrrverandi heimsmeistarunum