Vincent Gerard vendi gongdini í HM finaluni (Mynd: EPA)

Frakland heimsmeistari í hondbólti fyri sættu ferð

Niels Petersen

29.01.2017 - 18:16

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Fyri sættu ferð í søguni eru fronsku hondbóltsmenninir heimsmeistarar. í kvøld vísti Frakland, at tað faktiskt ongin ivi er um, hvat tað besta hondbóltsliðið í heiminum er. Man var annars farin at ivast eitt sindur í fyrra hálvleiki av finaluni, har norðmenn løgdu fransmenn undir stórt trýst. Men fransmenn komu aftur, og í øðrum hálvleiki varð alt sett væl og virðiliga uppá pláss.

Avgerðin fall faktiskt longu teir fyrstu 7 minuttirnir í øðrum hálvleiki. Norsku leikararnir vóru sum gandaðir, og á øllum brøgdum sá tað út til at vera franski málverjin, Vincent Gerard sum hevði gandað norsku skjúttarnir. Í øllum førum tók Gerard nærum alt sum norðmenn komu við. Og harafturat byrjaði franska álopsspælið at ganga væl betur.

Fyrstu sjey minuttirnir av øðrum hálvleiki skoraðu fransmenn fimm mál, meðan norðmenn bert skoraðu eitt mál. So frá eini hálvleiksstøðu uppá 18-17 til Frakland, var støðan 23-18, tá sjey minuttir vóru spældir av øðrum hálvleiki.

Franski málverjin, sum varð útskiftur um miðjan fyrra hálvleik vann sostatt eitt søguligt gullmerki í kvøld. Hann er fyrsti leikari sum hevur vunnið HM fimm ferðir. Henda ferðin hjá Thierry Omayer byrjaði fyri 16 árum síðan, tá hann vann sítt fyrsta HM. Hann er ein sonn hondbóltslegenda, og útfrá innsatsinum í kvøld at døma, so hevur Frakland ein sera sera dugnaligan avloysara í Vincent Gerard.