Manuel Valls, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Frakland kendi til yvirgangsætlanir

Ingi Samuelsen

16.11.2015 - 09:46

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Tá Paris fríggjakvøldið varð álopin av yvirgangsmonnum, vistu myndugleikarnir í Fraklandi væl av, at onkur var í holt við at leggja yvirgangsatsóknir til rættis.

Tað sigur franski forsætisráðharrin, Manuel Valls, sambært Reuters.

Hann sigur eisini, at fleiri álop verða fyrireikað, bæði móti Fraklandi og øðrum evropeiskum londum, og at franska fregnartænastan hevur avdúkað fleiri álopsætlanir síðan síðsta summar.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur sambært bretskum miðlum, at bretskir myndugleikar seinasta hálvárið hava forðað fyri sjey álopum.

- Vit nýta løgfrøðiliga grundarlagið í untantakslóggávuni til at avhoyra fólk, sum eru partur av jihadistisku rørsluni, og øll tey, ið prædika hatur móti republikkini, segði Valls við RTL Radio.

Valls sigur tó, at álopið fríggjadagin varð ætlað, fyriskipað og tilrættislagt í Sýrialandi.

Men hann leggur afturat, at miðdepilin í stríðnum móti Islamiskum stati, ikki er í Sýrialandi, men í Irak.

Útsøgnirnar hjá franska forsætisráðharranum komu samstundis sum franska løgreglan í morgun framdi fleiri atsóknir og kanningar móti fronskum islamistum.

Síðan álopini fríggjakvøldið eru 150 húsarannsøknir gjørdar, upplýsir Valls.

AFP tíðindastovan skrivar, at franska løgreglan gjørdi fleiri rannsóknir áðrenn tað lýsti fyri deti í morgun, serliga í økinum kring býin Lyon, har fimm fólk vórðu handtikin. Sagt verður eisini, at hald er lagt á eina stóra mongd av vápnum, harímillum rakett-útgerð, ein Kalasjnikov-rifla, skottryggir vestar og handvápn.