Daniel Narcisse og Guy Olivier Nyokas gleðast yvir góðu byrjanina (Mynd: EPA)

Frakland knústi Brasil í HM byrjunardystinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

11.01.2017 - 21:21

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Longu tá liðini fóru til hálvleiks var byrjunardysturin í HM endaspælinum millum Frakland og Brasil avgjørdur. Frakland førdi tá longu við 10 málum, 17-07. Tað var væntað, at Frakland fór at dominera, tí at á heimavølli er Frakland fremsti favorittur til at vinna HM.

Seinastu fýra HM finalurnar hevur Frakland verið annað liðið, og seinastu tríggjar finalurnar hava teir vunnið. Tí var tað onki løgið í, at Frakland vann greitt á Brasil, sum als ikki kann vísa á nakað sum bara líkist tí sum franska landsliðið hevur klára seinastu mongu árini.

Frakland endaði við at vinna dystin heili 31-16 og er sostatt komið væl í gongd í HM á heimavølli.

Fleiri dystir eru á skránni í morgin, og teir eru hesir:

Slovenia - Angola
Makedonia - Tunis
Russland - Japan
Pólland - Noreg
Spania - Ísland

Bólkarnir í HM eru hesir:

Bólkur A:

Frakland
Noreg
Pólland
Russland
Brasil
Japan

Bólkur B:
Spania
Ísland
Makedonia
Slovenia
Tunis
Angola

Bólkur C:
Hvítarussland
Kroatia
Týskland
Ungarn
Saudi Arabia
Kili

Bólkur D:
Danmark
Svøríki
Egyptaland
Argentina
Barain
Katar