Í dag hittust fráfarandi og komandi forsetin í sambandi við ein minningardag fyri siturin á nasistunum í 1945. Sunnudagin verður vaktarskiftið á forsetaborgini

Frakland: Macron tekur við sunnudagin

Ingi Samuelsen

08.05.2017 - 14:56

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Franski forsetin, François Hollande, boðar í dag frá, at Emmanuel Macron verður settur sum nýgjur franskur forseti sunnudagin.

Macron vann annað umfar av franska forsetavalinum við 66,1 prosentum av atkvøðunum móti 33,9 prosentum til mótstøðukvinnuna, Marine Le Pen, frá Front National. Hetta vísir endaliga valúrslitið, sambært AFP-tíðindastovuni.

Holland gav boðini um at 39 ára gamli Macron frá rørsluni ’En Marche!’ verður innsettur sum forseti við eitt hátíðarhald á fronsku forsetaborgini, Élysée-slottinum, har fráfarandi forsetin fer at lata nýggja forsetanum loyniorðini til fransku kjarnorkuvápnini, skrivar Ritzau.

Nýggi forsetin fer væntandi skjótt at útnevna ein forsætisráðharra, sum skal skipa stjórn. Seinni henda mánaðin fer Macron væntandi at taka upp samband við útlendskar leiðarar.

Macron fekk tilsamans 20.753.797 atkvøður móti 10.644.118 til Marine Le Pen, upplýsir franska innanríkisráðið. 25,44 av fronsku veljarunum greiddu ikki atkvøðu.

Innanríkisráðið upplýsir eisini, at eitt methøgt tal av atkvøðum vóru blankar ella ógyldugar – umleið 9 prosent, skrivar Ritzau.