Antoine Griezmann varð í dag kosin besti leikari í endaspælinum. Hann bleiv eisini toppskjútti. (Mynd: EPA)

Frakland tapti - men Griezmann vann

Niels Petersen

11.07.2016 - 15:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Toppskjúttin í EM endaspælinum bleiv fraklendingurin, Antoine Griezmann, og sambært UEFA er hann eisini besti leikarin í hesum endaspælinum. Hetta upplýsir Bold.dk.

Frakland tapti EM finaluna móti Portugal í gjárkvøldið, men hóast hetta hevur Griezmann fingið persónligan heiður.


Við seks málum bleiv hann toppskjútti, og harafturat fekk hann eisini heiðurin av at verða kosin besti leikarin í endaspælinum. Tað er ein bólkur av serfrøðingum, settur av UEFA, sum fekk uppgávuna at kjósa besta leikaran.

Bold.dk upplýsir annars, at serfrøðingabólkurin, sum taldi 13 fólk millum annað var mannað av David Moyes, Alex Ferguson, Thomas Schaaf og danska íslettið var Peter Rudbæk.