(Mynd: AP)

Frakland vann á Svøríki í hálvfinaluni

Ari av Rana

16.12.2017 - 10:22

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kvinnurnar úr Fraklandi vunnu spennandi hálvfinaluna móti Svøríki í HM endaspælinum í hondbólti í gjár.

Liðini fylgdust næstan allan vegin. Tá dómarin bríkslaði til hálvleikin, var støðan 12-11 til svensku kvinnurnar.

Eftir steðgin komu fronsku kvinnurnar út sum eitt ódnarveður, og eftir eitt korter var støðan 15-19 til Frakland. Svenskararnir tóku tó annað skinn um bak og megnaðu at skora fýra mál á fimm minuttir uttan at Frakland skoraði.

Tá 6 minuttir restaðu var støðan 21-21, men nógvu royndirnar komu Fraklandi til góðar, og tá ein minuttur var eftir av leiktíðini, skoraði Frakland til endaligu støðuna 22-24.