Nikola Karabatic og Fraklandu vunnu 32-29 á Danmark í bronsudystinum í dag (Mynd:EPA)

Frakland vann bronsuna

Agnar Frederiksen

28.01.2018 - 19:11

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Spurningurin undan brounsudystinum var, hvussu stór motivatiónin var hjá Danmark og Fraklandi, og um liðini kundi reisa seg væl aftur eftir skuffilsini fríggjakvøldið. Bæði liðini vísti seg at hungra eftir einum heiðursmerki, og leveraðu ein fínan hondbóltsdyst. Frakland endaði við at vera omaná, og vann 32-19.

Dysturin byrjaði í einari øðiligari leikferð og einari rúgvu av málum. Um hálvan 1. hálvleik var støðan 10-10. Danmark royndi at fáa tempo í álopsspælið, og at fáa kontrapælið at koyra. Hetta eydnaðist sera væl fyrru hálvu av 1.hálvleiki, har Danmark spældi framúr góðan hondólt, og spældi m.a uttan Mikkel Hansen. Fraklendingar stóðu tó ikki nakað aftanfyri. Nikola Karabatic vísti, í mun til hálvfinaluna ímóti Spania, sín klassa. Hann skoraði 9 mál í kvøld. Liðini fylgdust tað mesta av fyrra hálvliekki, men ein løta har Danmark spældi í undirtali í 6 minuttir kostaði Danmark lítlu yvirvágina. Frakland byrjaði at taka frá, og fór til hálvleiks við einari trý máls leiðslu.

Frakland leikti ein góðan dyst og vóru kyniskir. Og Danmark fekk ikki fatur á fraklendingunum aftur. Danir komu so nær sum - 2 nakrar ferðir, men tað eydnaðist ikki at koma nærri. Eftir góða álopspælið hjá Danmark tíðliga í dystinum, so fekk Frakland steðgað tí betri eftir at fara til eina 5-1 verju, har liðið fór longri upp. Sjálvt um Danmark koyrdi við 7 ímóti 6 helt Dinard fast í offesivu verjuni við Remeli sum 1`ara, og hetta eyndaðist væl. Í 1.hálvleiki fekk Jannick Green nakrar góðar bjargingar, men í 2.hálvleiki fekk hann ikki fatur á fronsku skjúttunum. Tá so Niklas Landin kom inn ímóti endanum, fekk hann ikki nakrar avgerandi bjargingar, og hetta var ein góð mynd uppá hansara kapping, har hann hevur týðilga spælt undir sítt vanliga høga støðið. Í hinum málinum kom Vincent Gerard inn seint í dystinum, og fekk nakrar umraðadni bjargingar. Gerard er valdur til besta málverja í EM.

Tá smáir tíggju minuttir vóru eftir var munurin fimm mál, men eftir nakrar franskar feilir, kom Danmark niður á -2, tá 6 minuttir vóru eftir. Eftir at Frakland aftur misti bóltin í álopinum, fór Danmark í kontra, og Rasmus Lauge setti bóltin í málið. Men púra óskilliga dømdu rumensku dómararnar duppult-dribling ímóti Lauge. Generelt vóru donsku leikararnir og Nikolaj Jacobsen sera ónøgdir við dømingina viðvíkjandi m.a útvísingum. Men tað er eingin ivi um, at fraklendingar vunnu dystin uppiborið Veteranurin á vonginum hjá Danmark, Hans Lindberg, skoraði heili 12 mál, men tað var ikki nóg mikið. Danmark enda á 4.plássið, og fraklendingar ferðast heim við bronsuni.

Kl.19.30 byrjar finalan millum Spania og Svøríki.


beint nú