Mynd: EPA

Framgongdin hjá teim víðgongdu høgravendu heldur fram

Jens Hákun Leo

08.05.2017 - 09:05

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Marine Le Pen fekk á leið 34% av atkvøðunum til franska forsetavalið í gjár, hvat ið var minni enn tey umleið 40%, sum hon upprunaliga stóð til at fáa í veljarakanningum undan valinum.

Harvið er greitt, at miðsinnaði Emmanuel Macron verður nýggjur franskur forseti við okkurt um tveimum triðingum av atkvøðunum.

Men meðan partar av vesturlendskum miðlum fegnast um, at víðgongda høgravenda Marine Le Pen tapti valið í gjár, er tað tó ein sannroynd, at høgrarákið í vesturheiminum heldur fram.

Tí seinast Front National hevði eitt umboð til seinna umfar av franska forsetavalinum var í 2002, tá ið Jean Marie Le Pen, pápi Marine Le Pen, dystaðist ímóti Jacques Chirac. Tá fekk fyrrnevndi einans góð 18% av atkvøðunum.

Høgraumboðini í Fraklandi hava sostatt av álvara fingið vind í seglini hesi seinastu árini. 

Spurningurin, sum stendur eftir, er sjálvsagt, hvørt framgongdin hjá høgraumboðunum í Fraklandi, eins væl og í Evropa, USA og aðrastaðni við, kemur at halda áfram hesa næstu tíðina. 

Sigrar hjá høgraflokkum farnu árini (sigurin hjá Erdogan íroknaður í hesum føri, av tí at tann sigurin, eins væl og hinir, umboðar eina reaktión ímóti "mainstream"):

2001-2011: DF er stuðulsflokkur hjá donsku stjórnini og fær eitt sera gott fólkatingsval í 2015; 21,1% av atkvøðunum, og er hann nú landsins næststørsti flokkur

2010 og 2015: Tey Konservativu í Bretlandi vinna bretska tjóðartingsvalið. Demokratarnir í USA missa meirilutan í Umboðsmannatinginum í 2010 og Senatinum í 2014

September 2014: Svøríkisdemokratarnir fáa 13% av atkvøðunum til svenska tjóðartingsvalið, og er nú landsins triðstørsti flokkur

Juni 2016: Brexit - Bretar atkvøða fyri at fara úr ES

November 2016: Republikanski Donald Trump vinnur á Hillary Clinton

Desember 2016: Víðgongdi høgravendi Norbert Hofer klárar seg lutfalsliga væl til umvalið til eysturríkska forsetavalið, men tapir tó, tá ið samanum kemur, ímóti vinstravenda Alexander Van der Bellen. Hann klárar seg uppaftur betur til tað upprunaliga forsetavalið í mai 2016

Mars 2017: Geert Wilders í Frælsisflokkinum fær eitt sera gott val til hollendska tjóðartingið; hann fær eina framgongd uppá 5 prosentstig, og er nú flokkur hansara landsins næststørsti

Apríl 2017: Á einari fólkaatkvøðu verður úrslitið, at turkiska fólkið atkvøður fyri at geva forseta landsins, Recep Tayyip Erdogan, munandi víðari heimildir, enn hann hevði frammanundan

Mai 2017: Marine Le Pen kemur víðari til annað umfar av franska forsetavalinum, har ein triðingur av fraklendingunum atkvøða fyri henni