Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Mynd: Jógvan H. Gardar

Atlantic Petroleum nærkast 1500 føtum um dagin

Jógvan Hugo Gardar

02.09.2015 - 17:37

Oljan >

Atlantic Petroleum boðar í morgun frá at í august, so hevur fyritøkan framleitt 48.000 føt av oljulíkum á økjunum Chestnut, Ettrick og Blackbird. Í juli var framleiðslan 44.000 føt, ella í meðal 1419 føt um dagin.

Í meðal eru 1448 føt av oljulíkum framleidd um dagin í august.

Atlantic Petroleum eigur í løtuni í 34 olju- og gassloyvum í bretskum, írskum og norskum sjógvi. Í løtuni er framleiðsla á teimum trimum Chestnut, Ettrick og Blackbird. Harafturat er eitt loyvi har ætlanin er at byrja framleiðsluna í 2016.